Innanlands

Gomul býarmynd verður rivin niður

Søguligi bygningurin hjá Berøa í Runavík stóð einaferð í Havn

(Mynd: Hans Terje Vestergaard)

(Mynd: Hans Terje Vestergaard)

2022-06-19 22:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verður gamli bygningurin hjá Berøa tikin niður. Nýggi salurin hjá brøðrasamkomuni Berøa í Saltangará stóð klárur at taka í nýtslu fyrst í apríl, og tí skal gamli salurin rívast niður.

Bygningurin stóð upprunaliga í Havn. Tá brøðurnir í Havn fóru undir at byggja nýtt Ebenezer í miðbýnum, varð gamla Ebenezer flutt inn á Skálafjørðin og fekk navnið Berøa.

Nýggja Berøa er 264 fermetur til støddar. Í tí stóra salinum í ovaru hæddini eru umleið 200 sitipláss, og í einum minni sali eru sitipláss til knapt 100 fólk. Eisini er ein salur til veitslur og annað, umframt køkur, barnaansingarrúm og fleiri sunnudagsskúlarúm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder