2021-08-09 22:35

Arbeiðið at bora Sandoyartunnilin byrjaði í síðstu viku eftir summarferiu eftir at hava ligið stilt síðani um miðjan juli.
Og tá vóru 60 metrar boraðir.
Nú eru í alt 8.961 metrar av 10.785 metrum boraðir í Sandoyartunlinum.
Sandoyarmegin, í Traðardali, vóru boraðir 35 metrar. Har eru nú 4.768 metrar boraðir. Streymoyarmegin, á Gomlurætt vóru boraðir 25 metrar, og í alt eru nú boraðir 4.193 metrar frá Gomlurætt.
Byrjað varð at borað á sumri 2019, og gongf sum ætlað verður seinasta skotið latið av seinast í hesum árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald