2019-08-29 21:56
Gongd er komin á at bora Hvalbiartunnilin, sum skal standa liðugur í 2021. Tað veit Suðurrás, sum eisini hevur myndir av arbeiðinum.
Maskinan er so smátt komin í gongd, og nú sæst tunnilsmunni og fyrstu metrarnir eru boraðir. Suðurrás skrivar, at mett verður, at um einar 10 mánaðar er borað ígjøgnum, og síðani skal vegur og annað gerast.
Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur.
Núverandi Hvalbiartunnilin varð tikin í nýtslu í 1963 og er elstri tunnil í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald