
- Innan norðurlandasamstarvið verður arbeitt av øllum alvi fyri at útinna nýggju visiónina um, at Norðurlond skulu verða heimsins mest burðardygga og best samansjóðaða øki í 2030. Hetta var høvuðsevnið á samstarvsráðharrafundinum, og frágreiðingin um støðuna í Norðurlondum fer at verða eitt amboð, sum vit fara at venda aftur til, og meta okkum upp ímóti, í tí víðari arbeiðinum tey næstu árini. Tað er sera jaligt at síggja, at góða gongdin í føroyska samfelagnum eisini er við til at varpa ljós á okkara land á tí norðurlendska pallinum
Hetta sigur Kaj Leo Holm Johannesen við heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum
Í sambandi við at samstarvsráðharrarnir í Norðurlondum hittust á fundi í Keypmannahavn mikudagin, varð frágreiðingin “State of the Nordic Region 2020” løgd fram. Tað er norðurlendski granskingardeplinum Nordregio, sum hevur gjørt frágreiðingina.
Frágreiðingin vísir, at talið av barnsburðum er fallandi í Norðurlondum. Tað er einans í Føroyum, at árliga talið av føddum børnum er hægri enn árliga talið av deyðum, og Føroyar hava eisini tey hægstu burðartølini í Norðurlondum: 2,5 barn pr. kvinnu. Einki annað land er yvir 2,1. Burðartølini í Norðurlondum eru tó samlað sæð hægri enn í ES.
Frágreiðingin vísir eisini, Føroyar hava hægstu arbeiðsfjøld og lægsta abeiðsloysi í Norðurlondum, eisini tá talan eru um ung fólk. 85 prosent í aldrinum 15 og 64 eru á arbeiðsmarknaðinum - miðaltalið fyri Norðurlond er 79,4 prosent
Sí eisini Færinger de eneste i Norden med fødselsoverskud
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald