Uttanlands

Gongur betur í Danmark: Lægsta økingin síðan 11. september

"Bert" 322 nýggir smittutilburðir eru skrásettir í Danmark seinasta samdøgrið – Hinvegin er talið á innløgdum tað hægsta, síðan 20. mai, og fýra andlát eru eisini skrásett seinasta samdøgrið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-06 20:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í september vóru stórar økingar í smittutalinum, men nú í oktober tykist tað at ganga betur í Danmark.

Seinasta samdøgrið eru 322 nýggir smittutilburðir skrásettir í Danmark, sum er tað lægsta, landið hevur skrásett síðan 11. september, upplýsir Statens Serum Institut.

Kontakttalið, sum lýsir menningina hjá farsóttini, er seinastu vikuna farið úr 1,1 niður á 0,8. Hetta merkir, at tíggju koronasjúklingar í miðal smitta átta onnur.

Víst verður tó á, at færri kanningar verða gjørdar nú enn í seinnu helvt av september, og kann tað eisini vera orsøkin til, at talið er minkandi. Kanningar, sum verða gjørdar á privatum klinikkum er tó ikki við í uppgerðini hjá Statens Serum Institut, men hetta talið verður mett at vera lágt, skrivar Ritzau.

Hóast færri nýggir smittutilburðir verða staðfestir, er talið á innløgnum í løtuni tað hægsta, sum Danmark hevur skrásett síðan 20. mai – 124.

Tó eru sjúkrahúsini enn ikki undir trýsti, og núverandi talið er nógv lægri enn í vár, har mann einaferð skrásetti 500 innløgd. Tilsamans hava 3.342 koronasjúklingar verið innlagdir í Danmark.

Seinasta samdøgrið eru fýra nýggj andlát eisini skrásett í sambandi við koronasmittuni. Tað er bert aðru ferð seinastu fýra mánaðirnir, at talið á nýggjum andlátum hevur verið so høgt.

Danmark hevur nú skrásett 30.379 smittutilburðir og 663 andlát. 6.714 eru smittað í løtuni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder