2022-03-03 07:29
Tey fleiri hundrað russisku hernaðarakførini, sum seinastu dagarnir hava verið á veg móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, standa framvegis í stað.
Tað upplýsti amerikanska verjumálaráðið í gjár.
- Sambært okkara bestu metingum, hevur fylgið ikki flutt seg seinastu 24 til 36 tímarnar, sigur ein talsmaður fyri ráðið, John Kirby,
Sambært Kirby kunnu tað vera fleiri orsøkir til at fylgið stendur í stað. Ukrainska mótstøðan kann vera ein orsøk, eisini trupulleikar við at skaffa neyðugar veitingar til stóra fylgið. Tað kann eisini vera, at russisku herdeildirnar fyrireika seg til næsta leik í stríðnum, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald