2021-07-16 10:55
Hóast nóg mikið av koppingarevni er í tøkt í landinum, og myndugleikarnir hava heitt á føroyingar um at koma og lata seg koppseta, sær tað út til at ganga seint fyri seg.
489 fólk vórðu koppsett í gjár. 210 fólk fingu fyrra prikið og 279 fingu seinna prikið.
Nú eru 62,5 prosent, sum hava fingið fyrra prikið, og 47,7 prosent hava fingið tvey prik og eru liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald