Innanlands

Gongur skjótari við koppsetingunum

Í gjár vórðu beint yvir 300 koppsett fyri koronu í Føroyum - harav 87 fyri fyrstu ferð og 113 fyri triðju

2021-11-18 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Høgu smittutølini seinastu vikurnar, og tað at gongd av álvara er komið á at geva prik, hava gjørt, at talið av koppsetingum í november hevur verið hægri enn flestu av seinastu mánaðinum.

Nú eru næstan 92 prosent av teimum yvir tólv ár koppsett, fimm prosent færri hava fingið tvey prik, og 8,5 prosent hava fingið Pfizer/BioNTech koppsetingina tríggjar ferðir, sambært tølunum á corona.fo.  

Eftir koppsetingarnar í gjár, mikudagin 17.11 eru samanlagt 83.484 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Heilsumyndugleikarnir upplýsa, at í gjár vórðu 303 fólk koppsett fyri koronu. 87 fólk fingu fyrra prikið, 103 fingu koppseting nummar tvey, og 113 fólk fingu triðja prikið.

- Nú hava 40.934 fólk fingið fyrru koppsetingina. 38.731 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. 3.819 fólk hava fingið trý prik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder