2021-11-24 11:45

Tað hevur ikki gingið skjótt at bora í Sandoyartunlinum Streymoyarmegin seinasta mánaðin.
Boritoymið rakti seg fyri einum mánað síðani í eina gjógv við vánaligum tilfari, og síðani hevur ikki gingið skjótt framá. Síðstu vikuna í oktober var eingin framgongd, og síðani hava tveir, átta og tríggir metrar verið boraðir um vikuna.
Sostatt eru bara 13 metrar boraðir Streymoyarmegin seinasta mánaðin.
Hinvegin gongur sum vant Sandoyarmegin, har 207 metrar eru boraðir seinastu fýra vikurnar.
Nú eru tilsamans bara 469 metrar eftir at bora.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald