2021-12-04 14:15

Tað gongur væl at bora teir báðar nýggju tunlarnar Norður um fjall. Hesum boðar Articon frá.
Í síðstu viku vóru 82 metrar boraðir. Í Hvannasundstunlinum eru nú 302 metrar boraðir, og í Árnafjarðartunlinum 88 metrar.
Árnafjarðartunnilin verður 1,9 kilometrar langur og Hvannasundstunnilin 2,2 kilometrar langur.
Arbeiið gongur eftir ætlan, sigur Articon. Verkætlanin skal vera liðug í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald