2020-01-27 20:20
Bátabyggjarin Hanus Jensen smíðar bátin sum Livar Nysted skal rógva í einsamallur tvørtur um Atlantshavið.
Byrjað var í november, og nú tekur báturin so smátt skap. Ætlanin er í januar 2021 at rógva tvørtur um Atlantshav úr Kanariuoyggjum til Antigua í Karibiahavinum.
Túrurin tvørtur um Atlantshav tekur væntandi millum 70 og 100 samdøgur.
Livar Nysted hevur verið í Roskilde og vitjað Hanus Jensen. Sí upptøkuna omanfyri.
Les eisini: Um Atlantshav við lítlum yvirbygdum seksmannafari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald