Innanlands

Gongur við ferð við tunlunum norð um Fjall

Fyrsti triðingurin er nú boraður í Hvannastundstunlinum - yvir hundrað metrar vórðu boraðir tilsamans í farnu viku

(Mynd: articon.fo)

(Mynd: articon.fo)

2022-02-17 09:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gongur væl at bora og skjóta fyri teimum báðum tunlunum undir fjall, sum byggifelagið Articon stendur fyri í løtuni.

Landsverk boðar frá, at í viku 6 vórðu 102 metrar boraðir tilsamans, 52 metrar í Hvannasundstunlinum og 50 metrar í Árnafjarðartunlinum. Hetta er nýtt met.

Yvirlitið yvir gongdina á heimasíðuni hjá Landsverk vísir, at í síðstu viku høvdu tey borað 719 metrar í Hvannasundstunlinum har tað nú eru 1.476 metrar eftir, og sostatt er knappur triðingur nú boraður.

Í Árnafjarðartunlinum eru tey komin nakað styttri, 435 metrar inn í fjallið, og har eru nú 1.455 metrar eftir at bora. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder