2021-02-02 22:10
Amerikanska fyritøkan Alphabet, sum eigur Google og Youtube, hevði eitt yvirskot upp á 40,3 milliardir dollarar í 2020. Hetta eru 249 milliardir danskar krónur. Eitt vet hægri enn í fjør, tá fyritøkan hevði góðar 34 milliardir dollarar í avlopi.
Tað vísir roknskapurin hjá Alphabet, skrivar Ritzau tíðindastovan.
Millum annað eru tað nógvu lýsingarinntøkurnar hjá Google, sum eru orsøkin til stóra yvirskotið.
Felagið er 20 ára gamalt og hevur fleiri enn 132.000 fólk í starvi. Google keypti Youtube í 2006.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald