Uttanlands

Google bjóðar Microsoft av í stríðnum um vitlíki

Kjattólmennið hjá Google kemur um nakrar vikur og fær navnið Bard. Microsoft hevur sett milliardir í nógv umrødda ChatGPT

Sundar Pichai (Mynd: EPA)

Sundar Pichai (Mynd: EPA)

2023-02-06 23:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um nakrar vikur kemur Google út við sínum kjatttólmenni, sum fær navnið Bard.

Tað upplýsir felagið sambært AFP tíðindastovuni.

Harvið er stríðið um tilgjørdan vitleika (artificial intelligence) veruliga farið í gongd millum Google og Microsoft, sum hevur sett milliardir av dollarum í stovnararnar av kjatttólmenninum ChatGPT.

Í einum bloggi skrivar stjórin í Google, Sundar Pichai, at kjatttólmennið Bard skal royndarkoyrast, áðrenn ætlanin er at gera hann tøkan fyri almenningin um nakrar vikur.

Bard hevur verið undir menning í fleiri ár.

ChatGPT hevur verið nógv umrøtt seinastu tíðina. Kjatttólmennið er so mikið framkomið, at tað eitt nú kann skriva heilar stílar fyri næmingar, og tað er trupult hjá lærarum at finna útav, um næmingurin hevur snýtt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder