Uttanlands

Google fingið stóra bót frá russiskum dómstóli

Google hevur fleiri ferðir noktað at strika innihald, sum í Russlandi verður mett ólógligt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-26 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð kt-risin Google dømdur av einum russiskum dómstóli at rinda eina bót á tað, sum svarar til 643 milliónir krónur.

Orsøkin var, at Google fleiri ferðir hevur noktað at strikað innihald, sum í Russlandi verður mett at vera ólógligt. Talan er m.a. um innihald frá bólkum og felagsskapum, sum Russland hevur flokkað sum ekstremistiskar ella sum yvirgangsbólkar, eitt nú felagsskapir hjá fongslaða andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj.

Tey, ið finnast at russisku stjórnini halda hetta vera ein roynd at fáa meira eftirlit við netinum, og hetta hóttir frælsið hjá bæði privatpersónum og vinnulívinum, siga tey.

Stjórnin í Moskva hevur seinastu týðina økt strýstið á stóru kt-fyritøkurnar. M.a. krevur Russland eisini, at tær strika innihald um m.a. rúsevnismisnýtslu og heimagjørd vápn og spreingievni.

Fleiri smærri fyritøkur hava fingið bót í ár, men eingin av teimum hevur verið so stór sum tann, sum Google fekk herfyri. Talan er um eina upphædd, sum svarar til uml. átta prosent av inntøkunum hjá Google úr Russlandi.

Google hevur eisini fyrr í ár fingið fleiri smærri bøtur fyri at vísa innihald, sum Russland metir er ólógligt, men sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð, at ein russiskur dómstólur hevur útskrivað eina bót á eina upphædd, sum er mett útfrá inntøkunum hjá einari fyritøku.

Google sigur við Reuters at tey fyrst fara at hyggja nærri at avgerðini hjá dómstólinum, áðrenn tey taka avgerð um næsta stigið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder