Kt-risin Google ger nú íløgur í stórar sólkjarnulundir í Evropa, og ætlar at byggja fimm slíkar lundir í Danmark.
Sólkjarnulundirnar fáa ein samlaðan mátt á 160 megawatt, ið svarar til máttin frá 32.000 donskum húsum við sóltaki.
- Vit hava arbeitt leingi við hesi ætlan, og eru fegin um, at avtalurnar nú eru komnar upp á pláss, so at vit ikki bert brúka orku, men eisini eru við at skapa orku, sigur Malou Aamund, sum er stjóri hjá Google í Danmark við TV2 í dag.
Tær fyrstu tríggjar lundirnar koma væntandi í rakstur komandi summar, meðan hinar báðar eru klárar næsta heyst.
Í fjør kunngjørdi Google, at yritøkan ætlar at byggja eitt stóra dátustøð fyri 4,5 milliardir nærhendis Fredericia. Roknað verður við, at henda støðin kann byrja við endan av 2020.
Google og aðrar stórar kt-fyritøkur, eitt nú Facebook, hava verið fyri ábreiðslum fyri stóru streymnýtsluna, sum hesar dátumiðstøður brúka. Við hesi stóru íløguni væntar Google at bøta fyri nýggja dátumiðstøðina við Fredericia.
Google vil ikki almannakunngera tøl fyri nýtsluna, men fyritøkan lovar, at við nýggju íløguni, so verður grøna framleiðslan av streymi størri enn tað, ið fyritøkan sjálv brúkar.
- Ein fyritøka sum Google brúkar nógva orku, tí vit eru við til at halda internetið koyrandi 24 tímar í samdøgrinum. Men vit kenna eisini ábyrgd fyri, at hetta hendir á so burðardyggan hátt, sum gjørligt, sigur Malou Aamund.
Marknaðurin fyri sólorku hevur fyrr havt trupult í londum við lutfalsliga fáum sóltímum, men seinastu árini er henda tøknin kortini vorðin kappingarfør við aðrar orkukeldur.
Tilsaman ætlar Google at byggja sólkjarnulundir fyri næstan sjey milliardir krónur í Evropa. Umframt Danmark, er ætlanin at byggja í Svøríki, Finnlandi og Belgia. Eisini eru líknandi ætlanir í USA og Kili, skrivar TV2.
TV2 upplýsir, at tær fimm sólkjarnulundirniar skulu byggjast á Mors, nærhendis Randers í Miðjútlandi, á Djurslandi, nærhendis Næstved í Suðursælandi og á Lollandi.
Við hesi íløguni staðfestir Google sína støðu sum heimsins størsti avtakari av varðandi orku, t.e. frá vindmyllum á sjógvi, á landi og so sólorku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald