Fríggjadagin fer KT-fyritøkan Google undir at rudda upp í øllum óvirknu kontunum á teimum ymsu pallunum hjá fyritøkuni. Tað skrivar AP tíðindastovan.
Google kunngjørdi longu í mai um, at felagið hevur dagført sínar politikkir viðvíkjandi óvirknum kontum.
Hetta merkir, at tær kontur, sum ikki hava verið brúktar seinastu tvey árini, kunnu møguliga verða strikaðar frá fríggjadegnum at rokna.
- Vit vilja verja tínar privatu upplýsingar og forða fyri óvikomandi atgongd til tínar kontur, eisini tá tú ikki longur brúkar okkara tænastur, skrivaði Google tá.
Google hevur sent út fleiri ávaringar til konturnar, sum eru í vanda fyri at verða strikaðar. Innihald í Google Drive, Docs og Gmail eru eisini umfatað av uppruddingini.
Google sigur, at gamlar kontur, ið ikki hava verið brúktar leingi, ofta ikki eru umfatandi av nóg góðari trygd. Hetta merkir, at tær kunnu vera lættar at bróta inní.
Sambært AP er lættasti máti at forða fyri, at ein konta verður strikað, at ritað verður verður inn á kontuna minst eina ferð annað hvørt ár.
Tað kann gerast við at senda ella lesa ein teldupost, brúka Google Drive, hyggja eftir einum Youtube-filmi, taka niður eina app á Google Play, brúka leitiamboðið hjá Google, ella rita inn við Google á eina aðra kontu.
Tað er einans persónligar kontur, ið verða strikaðar. Avgerðin hevur ikki ávirkan á kontur hjá felagsskapum, skúlum ella fyritøkum, segði Google í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald