ES og Russland eiga at finna fram til samráðingarborðið við tí endamáli at betra um samstarvið partanna millum.
Tað heldur Mikhail Sergejevitj Gorbatjov, seinasti leiðarin í Sovjetsamveldinum, sum í dag, 2. mars, fyllir 90 ár.
Gorbatjov hevur verið ein íðin fortalari fyri avdubbing, og nú í sambandi við runda føðingardagin sigur hann við russisku tíðindastovuna, Interfax, at hóast viðurskiftini millum Russland og ES eru í botni, so eiga partarnir í minsta lagið hittast fyri at royna at betra um viðurskiftini.
Bæði hertøkan av Krim í 2014, ákærur um valsvik og eitringar av fleiri kendum mótstøðufólkum hjá sitandi forseta Russlands, Vladimir Putin, hava skatt viðurskiftini millum Russland og ES-londini.
- Tað er ikki rætt at vera bangin fyri at samráðast, sigur Gorbatjov við Interfax.
- Bert samráðingar, bert fundir á øllum stigum – serliga á hægsta stigi – kunnu føra til góð úrslit. Tað trúgvi eg. Vit mugu skilja, at vit øll eru evropearar. Og tað merkir, at vit mugu samráðast.
Mikhail Gorbatjov og Ronald Reagan hittust til fundar í 1985 (Savnsmynd: EPA)
Gorbatjov fekk valdið í Kreml í 1985. Hann samráddist millum annað um eina avdubbingaravtalu við USA við táverandi forsetan, Ronald Reagan.
Hetta førdi, saman við vánaliga búskapainum hjá Sovjetsamveldinum, til endan á kalda krígnum.
Gorbatjov heitir í samrøðuni eisini á russiska forsetan, Vladimir Putin, og amerikanska forsetan, Joe Biden, um at hittast andlit til andlits fyri at samráðast um kjarnorkuavdubbing.
- Tað er av týdningi í dag fyri at forða fyri einum kjarnorkukríggi, heldur Gorbatjov.
Í 1990 fekk Gorbatjov friðarheiðursløn Nobel’s fyri sín leiklut til frama fyri avdubbingina.
Vesturheimurin helt Gorbatjov vera eina hetju fyri 30 árum síðani, men nógv í heimlandi hansara, høvdu ikki somu áskoðan. Tí hann upploysti Sovjetsamveldið, og misti russiska tamarhaldið á teimum eysturevropeisku londunum.
Í fleiri av russisku lýveldunum, komu harðrend stýri framat í staðin fyri, og Russland sjálvt upplivdi eitt tíðarskeið í ótryggleika, harðskapi og uppreistri, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald