Boris Johnson og tey bæði valevnini, sum eru eftir í valstríðnum um at gerast nýggjur leiðari í konservativa flokkinum, Rishi Sunak og Liz Truss, eiga at semjast um at seta av pening at hjálpa teimum veikastu í samfelagnum at handfara vaksandi livikostnaðin.
Tað heldur fyrrverandi forsætisráðharrin og Labour-formaðurin Gordon Brown.
Verður hetta ikki gjørt, fáa milliónir av sárbærum børnum og pensjónistum ein harðan vetur, skrivar hann í viðmerking til The Observer, sum DR endurgevur.
Stórabretland stríðist í løtuni við høgari inflasjón, og tá prísirnir hækka upaftur meira, verða miliónir av fólki trýst út í fátækradømi, sigur Brown.
Í farnu viku boðaði bretski tjóðbanking, Bank of England frá størstu rentuhækkingini í 27 ár, og verður mett, at inslasjónin fer upp á 13 prosent í oktober.
Les eisini: Stórabretland: Størsta rentuhækkingin í 27 ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald