Tað floymir framvegis í morgun úr gossprunguni, sum tók at goysa á Reykjanesi leygarkvøldið.
Sambært íslendskum miðlum, er megin tó ikki tann sama nú, sum hon var í fyrstani.
Tá flogið varð yvir økið við dronu í gjárkvøldið kundi staðfestast grýtið, ið rann norðureftir tykist verða støðgað, og eisini gungan, ið rann suðureftir móti Suðurstrandavegnum tykist at vera støðgað umleið 350 til 450 metrar frá vegnum.
Bjarki Kaldalón Friis, serfrøðingur hjá íslendsku Veðurstovuni sigur við Morgunblaðið, at hann ivast í, um henda tungan yvirhøvur hevur førkað seg síðan í nátt einaferð.
Tað er heldur ikki tað stóra av seismiskum virksemi verið hetta seinasta samdøgrið. Tað er vanligt, at tá tað fer at goysa, so minkar virksemið í undirgrundini, skrivar Morgunblaðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald