Mentan

Gospelkonsertir í Salt og Løkshøll

Svein í Prestgarði og Sarah & David Åstrøm úr Svøríki hava konsertir komandi vikuskifti

Sarah og David Åstrøm

Sarah og David Åstrøm

2023-09-11 17:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti koma gospelsangararnir Sarah og David Åstrøm úr Svøríki til Føroya at vitja og fara at halda tvær konsertir saman við Svein í Prestgarði.

David Åstrøm hevur í yngru árum verið í Føroyum saman við Samuelsons har hann var klaverleikari – eisini vóru Sarah & David partur av árliga gospeltúrinum við Norrønu fyri tveimum árum síðani.

Hvalbingurin Svein í Prestgarði er væl kendur her á landi. Eisini uttanlands hevur hann seinnu árini ferðast nógv við sangi og boðskapi.

Rakel Bærendsen, systir Alex Bærendsen, og Oliva Tausen av Toftum fara eisini at syngja til konsertirnar, sum verða í Løkshøll leygkvøldið kl. 19.30 og í Salt sunnukvøldið kl. 20.

Tónleikarar verða: David Åstrøm, klaver, Petur Bærendsen, guittar, Filip Hansen, bass, Mortan Johannesen, trummur, Arnold Mortensen, steelguittar og Rakel Bærendsen og Olivia Tausen, kór.  

[object Object]
Svein í Prestgarði


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder