Uttanlands

Gosspreinging á havbotninum í Tonga í Kyrrahavinum

Enn er ógreitt hvussu stóran skaða ógvusliga spreingingin leygardagin hevur elvt til

Spreingingin á havsins botni sást uttan úr rúmdini (Mynd: EPA)

Spreingingin á havsins botni sást uttan úr rúmdini (Mynd: EPA)

2022-01-17 16:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

New Zealand og Avstralia hava sent hernaðarflogfør til oyggjalandið Tonga í Kyrrahavinum eftir eitt ógvusligt eldgos á havbotninum leygardagin.

Í dag, tríggjar dagar eftir spreingingina, er enn ikki komið lag í telefon og netsamband, og tað er framvegis ógreitt hvussu stórir skaðar ógvusliga gosið í Hunga-Tonga-Hunga-Ha'apai eldgosinum hevur ført við sær.

Flogfør frá New Zealandi og Avstralia skuldu tí kanna skaðarnir á teimum nógvu oyggjunum í Tonga, sum tey ikki hava hoyrt frá enn, skrivaði dpa tíðindastovan í morgun.

Tað eru umleið 170 oyggjar í Tonga, harav fólk býr á teimum 36. Tilsamans búgva um 106.000 fólk í Tonga.

Gosspreingingin hendi bert 65 kilometrar frá høguðsoynni, Tongatapu, og hóast eitt nú New Zealand liggur 2.300 kilometrar burturi, so merktust rystingarnar har. Send var eisini út ein flóðalduávaring til nærmastu lond kring Kyrrahavið, teirra millum Fiji, Vanuatu, Kili, Samoa, Avstralia, New Zealand, Japan, Hawaii og Alaska. Ávaringin var blást av aftur í gjár.

Ein newzealandskur embætismaður í Tonga, Peter Lund hevur skrivað á Facebook, at onki netsamband er orsaka av at undirsjóvarkáplarnir eru oyðilagdir.

So samband til onnur lond fæst so at siga einans umvegis fylgisveinatelefon. Fartelefonin virkar innanlands, men ikki uttanlands. Hann kundi greiða frá, at í høvuðsstaðnum Nuku’alofa stendur nøkulunda væl til, og at streymurin var við at koma aftur í býnum.

Nú er upprudding á skránni. Vulkansk øska hevur lagt seg um allan høvuðsstaðin. Sambært AFP tíðindastovuni kann tað taka fleiri vikur áðrenn telesambandið er fingið upp á pláss aftur.

Fleiri lond hava uppliva høgar aldur frá spreingingini. Í Peru í Suðuramerika doyðu tvey fólk har norðuri í landinum av aldubrotum, skrivar dpa 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder