Mentan

Göteborg Oboekvartett vitjar Norðurlandahúsið sunnudagin

Hetta er einasta obokvartettin í Norðurlondum. Ókeypis konsertin byrjar klokkan 16 sunnudagin

Tey, sum spæla í Göteborg Oboekvartett, eru Line Rønn Ingvardsen (obo), Orlaith McHugh (violin), Liam Redmond (viola) og Giacomo Torlontano (cello)

Tey, sum spæla í Göteborg Oboekvartett, eru Line Rønn Ingvardsen (obo), Orlaith McHugh (violin), Liam Redmond (viola) og Giacomo Torlontano (cello)

2024-02-28 14:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Einasta obokvartettin í Norðurlondum vitjar í Føroyum um vikuskifti. 3. mars klokkan 16 verður ókeypis konsert við Göteborg Oboekvartett í Norðurlandahúsinum. 

Tónleikurin, sum verður spældur á konsertini, er skrivaður av tónasmiðunum Alvi Joensen, Erik Valdemar Sköld og Veronika Kroell Voetmann.

Tey, sum spæla í Göteborg Oboekvartett, eru Line Rønn Ingvardsen (obo), Orlaith McHugh (violin), Liam Redmond (viola) og Giacomo Torlontano (cello).

Verkætlanin, sum tey hava arbeitt við, eitur “Friður á foldum - nýggjur norðurlendskur tónleikur fyri obokvartett”. Verkið tekur støði í tónleikaverkinum Phantasy Quartet eftir bretska tónaskaldið Benjamin Britten og hansara ummæli sum friðarhugsjónarfólk.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder