Innanlands

Gott 3.000 bilar koyrdu fyrsta gjaldsdagin

Verða tað ikki fleiri, kann tað gerast dýrt hjá landskassanum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-01-12 12:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bert gott 3.000 bilar koyrdu gjøgnum Eysturoyartunnilin í gjár, fyrsta dagin tað skuldi gjaldast fyri at koyra brúka tunnilin.

Hetta er munandi minni, enn hvat roknað verður við. Verður ferðslan ikki størri kann tað tí gerast ein munandi útreiðslan fyri landskassan.

Tað váttar Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri, fyri kringarpinum.

Landskassin hevur nevniliga tryggjað tunnilsfelagnum eina minsta inntøku, svarandi til umleið 6.200 persónbilar um samdøgrið.

Tunnilsstjórin hevur tó ongar ætlani rum at broyta gjaldið fyri at koyra gjøgnum tunnilin fyribils.

Tað tekur eina tíð at finna støðið fyri ferðslumynstrinum, sigur Teitur Samuelsen, sum væntar, at dagliga ferðslan fer at stabilisera seg onkrastaðni millum teir 3.000 bilarnar, sum koyrdu í gjár og teir 8.000, sum brúktu tunnilin teir fyrstu dagarnar í árinum meðan ferðslan var ókeypis. 

Tað verður neyvan hesa komandi vikuna, at ferðslan veksur munandi, tí frá í kvøld at rokna verður tunnilin stongdur um náttina í eina viku til at liðugtgera ymisk arbeiðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder