Innanlands

Gott ár hjá Skemmuni

Úrslitið eftir skatt gjørdist eitt avlop upp á 7,5 milliónir krónur

(Mynd: DJ / Google)

(Mynd: DJ / Google)

2021-10-11 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skemman P/F, sum stórhandilsmaðurin Jákup á Dul Jacobsen eigur umvegis íslendska Rumfatalagurinn Ehf í Íslandi, hevði eitt av sínum allarbestu úrslitum nakrantíð, tá roknskapurin var gjørdur upp pr. 28/2-2021 fyri undanfarna roknskaparár 2020/21. Úrslitið eftir skatt gjørdist eitt avlop upp á 7,5 mió.kr.

Tá ið skipsførarin og skiparin Jákup á Dul Jacobsen í seinnu helvt av 1980unum byrjaði sítt handilsvirksemið í Føroyum, lá tað ikki beinleiðis í kortunum, at virksemið hjá honum 35 ár seinni skuldi vera í fleiri londum og verða so stórt og týðandi, sum tað er í dag. Men restin er søga, sum oftani sagt, um ein dugnaligan handilsmann, sum sá møguleikar fyrst í Føroyum, síðani í Íslandi og so eisini aðrastaðni í heiminum, við tí úrslitið í dag at sita við ovurhondsstórum handilsvirksemið heilt úr Kanada í vestri til Hvítaruslands í eystri.

Men alt byrjaði sum sagt í Føroyum, har Skemman og Jákup á Dul Jaconsen fingu góða samstarvsavtalu við kenda danska stórhandilsmannin Lars Larsen sála, sum byrjaði fyritøkuna Jysk, sum Skemman og Jakup á Dul Jacobsen síðani hevur samstarva við í størri ella minni mun.

Bruttovinningurin hjá Skemmuni øktist úr 15,4 mió.kr. í 2019/20 til 17,4 mió.kr. í 2020/21, sum er størsti bruttovinningur felagsins síðstu 17 árini. Vøksturin var 13 prosent.

Úrslitið áðrenn fíggjarpostar, vanliga nevnt Ebitda, var 9,6 mió.kr. í 2020/21, ella 33 prosent hægri enn í 2019/20.

Ársúrslitið í 2020/21, sum er úrslit eftir skatt, var 7,5 mió.kr. sammet við 5,4 mió.kr. árið frammanundan. Vøksturin er heili 38 prosent. Úrslitið fyri síðsta árið er tí av teimum allar bestu. Vit skulu heilt aftur til 2007/08 at finna eitt betur ársúrslit, sum tá var 8,7 mió.kr.

Fíggjarjavnin hjá Skemmuni minkaði úr 23,6 mió.kr. í 2019/20 til 20,9 mió.kr. í 2020/21.   

Støðisognin er minkað úr 928 tkr. í 2019/20 til 670 tkr. í 2020/21. Ogn í umferð er fallin úr 22,6 mió.kr. 2019/20 til 20,2 mió.kr. í 2020/21. Serliga kann viðmerkjast at áogn hjá atknýttum felagið minkaði góðar 9 mió.kr. í 2020/21 og vørugoymlan úr 5,6 mió.kr. í 2019/20 til 4,4 mió.kr. í  2020/21.

Felagið hevði onga langfreistaða skuld í 2020/21, og tann stuttfreistaða skuldin minkaði úr 16,6 mió.kr. í 2019/20 til 6,4 mió.kr. í 2020/21. Ein minking á heili 61 prosent. Minkingin stavar í størsta mun frá at felagið í 2019/20 setti 11 mió.kr. av í vinningsbýtið, sum síðani er útgoldið í 2020/21.

Eginognin hjá Skemmuni P/F var 28. februar 2021 í alt 14,4 mió.kr., í mun til 7 mió.kr. í 2019/20. Trygdarevnið var 69 prosent, sum verður mett at vera sera gott.

Gjaldførið hjá Skemmuni var eisini stak gott pr. 28/2-2020, tá ið tann tøki peningurin var 13,8 mió.kr. samanborið við 6,5 mió.kr. í 2019/20. 

Gjaldførislutfallið øktist eisini úr 136 prosent í 2019/20 til 315 prosent í 2020/21.

Skemman heldur til við Staravegin 7 í Havn. Skemman upplýsir ikki alment um starvsfólkatal, men mett verður at starvsfólkatalið liggur millum 15 til 20. 

Stjóri er Dan Hansen. Nevndarformaður er Annfinn Vitalis Hansen, advokatur. Harumfarmt sita Poul Jacobsen, sum er pápi Jákup og Tórarinn Ingi Ólafsson í nevndini.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder