Tað er ikki nógv at skriva heim um á døgnrapportini á løgreglustøðini í morgun, sigur vaktleiðarin.
Kortini vóru trý heilt smá ferðsluóhapp. Eitt í Eysturoynni og tvey í Havn.
Í øllum trimum førum vóru tað bilar sum líka tóku í ein annan bil og gjørdu skaða. Í síðsta førinum var tað ein bilførari, sum hevði lagt seðil í rútin á bilinum, hann hevði rent á, men tí tað regnaði so illa, var hann ikki vísur í at boðini komu fram.
- So hann spurdi um løgreglan kundi seta seg í samband við eigaran, og tað gera it fegin. Tað er gleðiligt at vit so fáa fatur á viðkomandi beinanvegin og kunnu vegleiða um hvussu slíkt gongur fyri seg. Tað er kanska heldur javnan, at fólk ikki boða frá, tá tey renna á, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald