Innanlands

Gott fyrra hálvár hjá Suðuroyar Sparikassa

Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár 2022 er 1.444 t.kr., sum er á leið tað sama sum fyrra hálvár 2021

2022-08-19 12:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Realkredittfíggingin koyrir við fullari ferð og seinasta hálva árið eru realkredittlánini økt við 42,5 mió. kr, ið svarar til 62,3 prosent. Dentur verður lagdur á hetta økið og at veita góða ráðgeving.

- Fleiri kundar hava brúkt hækkandi rentustøðið til at konvertera fastforrentaðu realkredittlánini og harvið minkað nógv um restskuldina, sigur Søren Bruhn, stjóri.

Eins og ætlað, eru innlánini lækkaði - úr 721 mió. kr. í 676 mió. kr. Útlánini eru hækkaði úr 538 mió. fyrra hálvár 2021 upp í 549 mió. kr. fyrra hálvár 2022.

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 21,4 prosent, meðan solvenstørvurin er 10,4 prosent. Longu í dag lýkur Suðuroyar Sparikassi lógarkravið í 2025, sum er 19,0 prosent. Lógarkravið í 2022 er 17,0 prosent.

Suðuroyar Sparikassi hevur gott gjaldføri og LCR er 30. juni 2022 524 prosent, meðan tað sama tíðarskeið í fjør var 746 prosent.

Hálvársúrslitið er ávirkað av einum kurstapi á 942 tkr. Tað er serliga kríggið í Ukraina, ið er orsøk til tess, umframt orsøkin til høgu inflatiónina. At evropeiski miðbankin, ECB, og síðani eisini danski tjóðbankin, hava hækkað rentuna, fer at ávirka rentustøðið komandi tíðina.

- Samanumtikið hevur tað gingið sera væl fyrra hálvár 2022 og vit hava havt úr at gera í Suðuroyar Sparikassa, sigur Søren Bruhn at enda og leggur afturat, at Suðuroyar Sparikassi væntar, at endaliga ársúrslitið 2022 verður 1.800 t.kr.- 2.500 t.kr. fyri skatt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder