Innanlands

Gott val fyri kvinnurnar

Væl meira enn triðja hvør atkvøða á fólkatingsvalinum í gjár fór til kvinnuligt valevni

Kvinnurnar á sambandslistanum fingu fleiri atkvøður enn menninir í gjár. Sama var galdandi hjá Tjóðveldi og Framsókn (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kvinnurnar á sambandslistanum fingu fleiri atkvøður enn menninir í gjár. Sama var galdandi hjá Tjóðveldi og Framsókn (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-01 17:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkatingsvalið í gjár gjørdist eitt gott val fyri kvinnuligu valevnini. Tær fingu 36,1 prosent av atkvøðunum, og tað er rættiliga nógv meiri enn tey 19,3 prosentini, sum vórðu latin kvinnum á seinasta fólkatingsvali.

Á valinum í gjár fingu teir 36 menninir, sum vórðu uppstillaðir, 57,9 prosent av atkvøðunum, meðan tær 24 kvinnurnar fingu 36,1 prosent. Tey seks prosentini, sum eru eftir, eru listaatkvøður.

Tað merkir, at menninir í miðal fingu 437 atkvøður í part, meðan kvinnurnar fingu 408.

Tað vóru kvinnurnar á tjóðveldislistanum, sum kláraðu seg lutfalsliga best. Tær fingu 59,9 prosent av atkvøðunum á tjóðveldislistanum. Á listanum hjá Framsókn stóðu kvinnurnar fyri 54,9 prosentum.

Á sambandslistanum vóru kvinnurnar eisini við yvirlutan, tí við 49 prosentum av atkvøðunum, fingu tær fleiri enn menninir, tí rættiliga nógvar atkvøður, 571 svarandi til 7 prossent vóru listaatkvøður hjá Sambandsflokkinum.

Í hinum flokkunum vóru menninir við yvirlutan.

Á javnaðarlistanum fingu kvinnurnar 22,7 prosent, á fólkaflokslistanum fingu kvinnurnar, kvinnan, 13,5 prosent og hjá Miðflokkinum fingu kvinnurnar 0% tí har var ongin kvinna.

Í 2019 fingu kvinnurnar 19,3 prosent av øllum atkvøðunum. Her var ongin listi, har tað vóru fleiri atkvøður til kvinnur enn menn. Besta úrslitið høvdu kvinnurnar hjá Framsókn, sum tá fingu 42,6 prosent og hjá Tjóðveldi, sum fingu 38,7 prosent. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder