Uttanlands

Gott val hjá hálvu føroyingunum

Hálvu føroyingarnir á fólkatingi, Bjørn Brandenborg og Thomas Danielsen, fingu ávikavist góðar 11.167 og 7.568 atkvøður á valinum í gjár

Bjørn Brandenborg (Mynd av Facebook)

Bjørn Brandenborg (Mynd av Facebook)

2022-11-02 17:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vit skrivaðu fyri løtu síðani, at tað verða tríggir føroyingar á fólkatingi, tí umframt tey, ið vórðu vald mánadagin, fekk Sólbjørg Jakobsen eisini val í gjár.

Les: Føroyska Sólbjørg vald á Fólkating

Men støddfrøðiliga er veruliga talið av føroyingum á fólkatingi fýra. Tí teir báðir hálvu føroyingarnir á fólkatingi vórðu báðir afturvaldir.

Talan er um sosialdemokratin Bjørn Brandenborg og vinstramannin Thomas Danielsen, sum báðir hava føroyska mammu.

Bjørn Brandenborg – hann er beiggi Pernille Brandenborg, sum er føst á føroyska hondbóltslandsliðnum – fekk eitt gott val, og varð afturvaldur við 11.167 persónligum atkvøðum í stórvaldøminum fyri Fjón. Tá hann varð valdur á fólkating á fyrsta sinni í 2019 fekk hann góðar 5.000 atkvøður. Í løtuni hevur hann fingið fimtflestar atkvøður millum sosialdmokratarnar, tey fýra, sum hava fingið fleiri atkvøður enn Bjørn, eru øll ráðharrar/-kvinnur, nevniliga Mattias Tesfaye, Nicolai Wammen, Magnus Heunicke og Mette Frederiksen.

Umframt at hava føroyska mammu, so hevur Bjørn Brandenborg eisini føroyska unnustu, Beinta Kristoffersen úr Hoyvík. Tey eiga tvey børn saman. Tey búgva í Svendborg.

[object Object]Thomas Danielsen, her saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni (Mynd: Sverri Egholm)

Thomas Danielsen trygt afturval eisini

Hin hálvi føroyingurin, sum fekk afturval, var tingbólkaformaðurin hjá Venstre, Thomas Danielsen, sum fekk 7.568 atkvøður í Vesturjútlandi.

Thomas Nolsøe Danielsen hevur eisini føroyska mammu. Thomas er maðurin, sum fáar dagar undan fólkatingsvalinum óvæntað kom til Føroyar fyri at geva føroysku partamonnum og -kvinnum lyfti um eitt nú nýtt fongsul.

Thomas Danielsen er 39 ára gamal og býr í Holstebro. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder