Innanlands

Gott veður næstu dagarnar

Eftir eina viku við vindi og regni verður hendan næsta vikan meira friðarlig

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-02-09 18:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir eina viku við illfýsnum veðri, verður næsta vikan meira friðarlig tá veður umræður.

Veðurstova Føroya um veðrið næstu fimm dagarnar:

Sunnudagur 9. februar 2025, skrivað kl 11:15 UTC.

Eitt hátrýst, 1046 hPa, yvir Suðurnoregi stendur í stað. Eitt veikt luftrák er av suðuri og útsynningi í dag og í morgin. Týsdagin fer hátrýstið eitt sindur norðureftir, og lýggj og slavin luft fer at streyma ímóti Føroyum av landsynningi restina av vikuni. Í víkum og støðum, serliga sum venda eystureftir, verður møguleiki fyri mjørka.

Forsøgn galdandi til mánamorgun
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið ella skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Seinnapartin gongur hann av vestri niður í sunnan, og í nátt veksur vindurin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s.

Mánadagur
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið í støðum fyrrapartin. Týsnáttina gongur hann eysturum til landsynning. Hitin 2 til 7 stig.

Týsdagur
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Mikudagur
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið í støðum. Hitin 2 til 7 stig.

Hósdagur
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið í støðum. Um kvøldið frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Um náttin minkar vindurin aftur niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 2 til 7 stig.

Fríggjadagur
Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 6 stig.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder