Mentan

Gøtu Kirkju Ungdómskór á konsertferð í Sælandi

Ungdómskórið úr Gøtu fer í vikuni at hava summarkonsert í trimum donskum kirkjum

Gøtu Kirkju Ungdómakór (Savnsmynd)

Gøtu Kirkju Ungdómakór (Savnsmynd)

2020-07-06 17:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 8. – 10. juli er Gøtu Kirkju Ungdómakór á konsertferð í Sælandi í Danmark. Har verður skipað fyri trimum konsetum í trimum kirkjum.

Byrjað verður mikukvøldið 8. juli í Trekroner kirke í Roskilde. Kvøldið eftir hevur kórið konsert í Syv kirke í Viby, og at enda gongur leiðin til Korsør at framføra í Sankt Povls kirke.

Á skránni er ein blandingur av klassiskum kórtónleiki og rytmiskum spirituals. Dirigentur er Símun Hammer.

Meira sæst á Facebook síðuni hjá kórinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder