Hetta vikuskiftið hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór eina minikonsertferð.
Byrjað varð fríggjakvøldið í Gøtu Kirkju, og hildið verður á í SALT á Drelnesi í kvøld klokkan 20, og ferðin endar í Havnar kirkju í morgin klokkan 16.
Skráin er bæði fjølbroytt, áhugaverd og krevjandi. Umframt eina røð av spirituals, verða fleiri føroysk kórverk á skránni, og so ikki at gloyma kórverk eftir einum av fremstu amerikansku nútíðar tónaskøldum fyri kór, Randall Strope, har kórið fer at framføra eitt ógvuliga dramatiskt kórverk, sum lýsir umvendingina hjá Paulus, soleiðis sum hon er lýst í Bíbliuni.
Hetta kórárið hevur verið ógvuliga serstakt fyri kórið, sum hevði stórar altjóða avbjóðingar á skránni, men sum vegna koronustøðuna í heiminum hevur broytt sínar ætlanir, við m.a. at gera studioupptøkur gjøgnum várið. Ein partur av tí, sum kórið útgevur í heyst, verður eisini framført á konsertini.
Allar konsertirnar eru ókeypis, men høvið verður tó at lata eina gávu til kórvirksemið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald