Mentan

Gøtu Kirkju Ungdómskór í Løkshøll sunnudagin

Kórið, ið hevur vunnið fleiri føroyskar og altjóða viðurkenningar, verður at hoyra í Løkshøll í annaðkvøld

2020-06-27 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 28. juni hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór fyri fyrstu ferð eina heila konsert í Løkshøll.

Skráin er sera fjølbroytt, og er mest krevjandi skráin, ið kórið higartil hevur framført – m.a. verður dupultkór av Johannes Brahms og Giovanni Gabriel á skránni, umframt fleiri spirituals. Harafturat verður eisini eitt nýskrivað kórverk fyri 8 røddir framført fyri fyrstu ferð. Talan er um verkið Gloria, sum kórleiðarin, Símun Hammer hevur skrivað.

Framførslurnar hjá kórinum eru sermerktar. Kórið ger nógv burturúr at sjónliggera nakað av tí, ið verður sungið. Hetta sæst vanliga við serligum uppstillingum, flytingum og rørslum, sum ætlandi eru við til at gera heildarupplivingina enn betur.

Skráin skiftir millum klassisk og meiri nýmótans og rútmisk kórverk. Kórið, ið áður hevur vunnið fleiri føroyskar og altjóða viðurkenningar, skuldi eftir ætlan luttikið á OL fyri kór í Belgien í juli, men hetta er útsett til 2021,og verður meginparturin av ætlaðu OL skránni tí framført á konsertini í Løkshøll.

Eisini verður bjóðað okkurt til góman klokkan 19.30. Sjálv konsertin byrjar klokkan 20. Atgongumerki fáast umvegis heimasíðuna hjá Løkshøll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder