2020-06-19 09:14
Komandi sunnudag hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór konsert í gjónni við Gjógv.
Kórið fer at framføra nøkur útvald kórverk. Hetta verður soleiðis ein lítil brellbiti til stóru summarkonsertina, um verður í Løkshøll 28. juni.
Hendan útikonsertin er sjálvandi treytað av at veðrið er til vildar.
Gøtu Kirkju Ungdómskór er eitt tað mest vinnandi føroyska kórið í altjóða høpi, við nógvum virðislønum frá altjóða viðurkendum kórkappingum. Kórið telur 34 sangarar, og kórleiðari er Símun Hammer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald