Mentan

Gøtu kirkju Ungdómskór syngur jólini inn

Sunnukvøldið verður konsert har Gøtu kirkju Barnakór eisini luttekur

2025-12-18 15:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Siðvanda jólakonsertin, har Gøtu kirkju Ungdómskór syngur jólini inn, verður komandi sunnukvøld, 21.desember klokkan 19.

Hetta er samstundis einasta jólakonsertin í ár, har kórið syngur alla sína jólaskrá, sum er bæði fjølbroytt og áhugaverd. Til konsertina sleppa vit eisini at hoyra Gøtu kirkju Barnakór syngja nakrar sangir, og eisini saman við ungdómskórinum.

At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju Ungdómskórið, plagar at vera eitt serliga gott upplivilsi. Á  skránni verður alt frá siðbundnum jólaløgum í eldri og nýggjari formi, til Pentatonix, Tore Aas v.fl. framførd.
Áhoyrararnir fáa sjálvandi eisini høvi til at luttaka aktivt gjøgnum felagssang, og eftir konsertina eru øll boðin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder