Skráin er fjølbroytt, við klassiskum og nýklassiskum jólaløgum og verkum. Vert er at nevna Italienska tónaskaldið Giovanni Gabrieli, ið livdi frá 1554-1612. Hansara verk hava ikki ofta verið framførd í Føroyum áður, men í ár framførir kórið eitt av hansara sonevndu 'meistaraverkum', nevniliga Jubilate Deo í fullari útgávu (tað finnast minst tríggjar styttri), ið er skrivað fyri dupultkór, har kórið verður deilt upp í 2 sjálvstøðug kór.
Vert er eisini at minna á, at kirkjan plagar at vera stúgvandi full, so set 22.des. kl. 19.30 av í kalendaranum og møt tíðliga, um rætta plássið skal fáast.
Kórið hevur vant nógv til konsertina, og verður sum altíð, sera væl fyrireika, til at geva áhoyrarunum tí best møguligu jólakonsertina.
Umframt kórið hava nakrir tónleikarar ein leiklut saman við kórinum, hesir eru: Rúni og Jóhann Hentze á Trompet, Jóhanna Johannesen á orgul og klaver, Frida Hammer á klaver.
Kórleiðari og organistur verður Símun Hammer
Kirkjukonsertir eru jú ókeypis, men tað verður sjálvandi høvi at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum
Eftir jólakonsertina verður bjóða til ein drekkamunn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald