Innanlands

Gøtu Kirkju Ungdómskór við fjølbroyttari jólakonsert í Havn

Kórið framførur nýggjar og gamlar jólasangir

2020-12-09 09:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 13. desember – á sjálvum Lusiadegnum, hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór eina sera fjølbroytta jólakonsert í auluni í Finsen – kórið plagar at siga at tey syngja jólini inn.

Kórið framførur nýggjar og gamlar jólasangir, og tey, sum áður hava verið til konsertir hjá kórinum, vita at kórið altíð ger sera nógv burtur úr jólakonsertunum – og í ár er sjálvandi onki undantak.

Fyri at nevna nakrir brellbitar úr skránni, so kemur tú m.a. at hoyra hesar: God rest you Merry gentlemen, Fagur himin (í spennandi útgávu), Maria visti tú, Drummer boy, Joy to the..... ja, tú veitst...og nógvir aðrir – og sjálvandi ikki at gloyma, teir allar mest kendu jólasangirnir. Kom og njót løtuna.

Gøtu Kirkju Ungdómskór hoyrir heima í Gøtu kirkju, men telur 32 ungdómar úr allari Eysturoynni og Norðoyggjum.

Mongu heiðursmerkini frá altjóða kappingunum siga okkum, at hetta verður ein framúr konsert á høgum støði. Atgongumerkir kunnu ognast inni á torsgota.fo. Orsakað av Korona støðuni sleppa einans 100 persónar til konsertina, soleiðis at tilmælini kunnu haldast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder