Barry er nú at rokna sum ein tropiskur stormur aftur heldur enn eina ódn, men kortini hevur hann elvt til vatnflóð fleiri staðni í statinum Louisiana, har fleiri vegir m.a. eru undir vatni í løtuni.
Á tíðindafundi í nátt segði guvernørurin í statinum, John Bel Edwards, at hann hevði tosað við Trump forseta, og at hann hevði lovað honum, at Louisiana skal fáa alla ta neyðugu hjálpina.
Samstundis ávaraði hann um, at Barry framhaldandi kann elva til vanlukkuligar vatnflóðir við strondini framvið meksikanska flógvanum.
Sambært myndugleikunum er enn vandi fyri, at staturin kann fáa upp til 50 centimetar av avfalli í dag.
Uml. 400 fólk eru flutt burtur, og uml. 120.000 húsarhald í statinum eru uttan streym, skrivar DR. Eisini hava 6000 onnur mist streymin í Mississippi og Alabama.
Barry er 50. ódnin, sum rakar Louisiana, síðan mann byrjaði at skráseta tær í 1851.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, lýsti Louisiana í undantaksstøðu, áðrenn tey vórðu rakt av ódnini.
Amerikanskir myndugleikar hava verið bangnir fyri, at tað skuldi enda líka sum í 2005, tá ódnin Katrina herjaði, og 1200 fólk lótu lív. Tá stóð býurin New Orleans í Louisiana undir vatni.
Barry er tó langt frá so ógvusligur sum Katrina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald