2024-04-28 07:40
Bólkurin Gówa við Onnu Sofíu Skoradal á odda, var í gjárkvøldið kosin vinnari av Sement.
Árliga tónleikakappingin Sement hevur seinastu tvey vikuskiftini verið í Reinsarínum í Havn, og í gjárkvøldið var finalan.
Dómararnir mettu, at var Gówa var "ein samlaður pakki" og bólkurin fekk fyrsta plássið. Ragnar Finsson fekk annað plássið og Ása Helena Brynjarsdóttir gjørdist nummar trý.
Nakrir av luttakarunum fáa eisini møguleikan at spæla á festivalum. Ragnar Finsson varð valdur at spæla á G! festivalinum, og Ása Helena Brynjarsdóttir varð vald at spæla á Spot festivalinum í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald