Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.
Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.
Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.
Hvussu skal fýrverk beinast burtur?
Fýrverk verður beint burtur á rættan hátt við at lata tað inn til eitt mannað endurvinningarpláss, har tað verður heintað av IRF. Finn endurvinningarpláss og upplatingartíðir her.
Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið, og hetta kann skaða starvsfólk, bilar og aðra útgerð.
Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.
IRF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald