Uttanlands

Goysir aftur á Reykjanesi

Gossprungan er 3 kilometrar og bræðingin fer vestureftir. Í morgun floymdi hon yvir høvuðsvegin til Grindavíkar

(Mynd: RÚV / Benedikt Sigurðsson)

(Mynd: RÚV / Benedikt Sigurðsson)

2024-11-21 07:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seint í gjárkvøldið vóru nakrar rystingar í undirgrundini á Reykjanesi, og enn einaferð byrjaði at goysa í Sundhnúki norðan fyri Grindavík, skrivar íslendskir miðlar.

Sprungan liggur í ein landnyðring úr sjálvum býnum, millum Stóra Skógfell og Sýlingafell. Hon er tríggjar kilometrar long, og tað sær út til at gløandi grýti leggur leiðina vestureftir, og í morgun floymdi bræðingin seg yvir høvuðsvegin til Grundavíkar.

Veðurstova Íslands skrivar, at ongin grótbræðing sær út til at hava kós móti Grindavík. Higartil eru metingarnar hjá myndugleikunum, at trýstið var mest í nátt, og nú er minni aftur. Gosið hesaferð er nakað minni enn tað seinasta, sum var í august.

Fólkini, sum vóru stødd í Grindavík eru flutt burtur, og sama er galdandi fyri tey, ið vóru stødd við og nærhendis Bláa Lónið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder