2024-03-10 09:47

Seinnapartin í dag verður Grækarismessuhald í viðarlundini í Miðvági.
Klokkan 13.45 stilla skótar upp í skótahúsinum til skrúðgongu yvir í Viðarlundina, har Grækarismessuhaldið verður klokkan 14.
Vágakórið syngur, og Súsanna Mortensen úr Kvívík heldur grækarismessurøðu.
Aftaná bjóðar Skótalið Mikkjals á Ryggi kaffi og te, og skótarnir fara at hava tombolasølu, skrivar Vága kommuna í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald