Grækarismessuhald í Runavík

Johan Mortensen heldur røðuna í skótahúsinum 

2023-03-09 12:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast kavi er og hvítt, ber longdi dagurin og bjartara dagsljósið boð um, at várið er í nánd. Og várgestirnir, tey fyrstu tjøldrini, eru eisini at hoyra og síggja kring oyggjarnar.

Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík, saman við skótunum, fyri grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík sunnudagin 12. mars kl. 15.

Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Johan Mortensen flytir fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder