placeholder
Innanlands

Grækarismessuhald í Runavík

Fyrstu klippini frá várgestum okkara, tjøldrunum, bera av sonnum boð um at várið og ljósari tíðir eru í nánd

2024-03-08 15:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrstu klippini frá várgestum okkara, tjøldrunum, bera av sonnum boð um at várið og ljósari tíðir eru í nánd.

Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík, saman við skótunum, fyri grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík týsdagin 12. mars kl. 17.

Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Elin Klein Joensen flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tiltakið varir á leið ein tíma.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder