Innanlands

Grækarismessuhald í Runavík fríggjadagin

Jógvan Á Lakjuni flytur fram røðu við Løkin. Tiltakið byrjar við skrúðgongu klokkan 17

2021-03-10 17:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Várið er sanniliga í nánd, tá ið fyrstu tjøldrini hoyrast og síggjast. Tað ber boð um ljósari tíðir, og grækarismessuhaldið nærkast.

Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík saman við skótunum fyri Grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík fríggjadagin 12. mars kl. 17.00.

Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Jógvan Á Lakjuni flytir fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tiltakið varir á leið ein tíma.

Runavíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder