Í dag klokkan 14 verður Grækarismessuhald í Varpinum í Klaksvík.
Hornorkestrið spælir, Árni Skaale flytur fram røðu, og skótar luttaka.
Klaksvíkar Dansifelag hevur í nøkur ár skipað fyri grækarismessuhaldi í Skálanum, men í ár verður tað í nýggja Varpinum.
Tað er Skótalið Nólsoyar Pálls, sum skipar fyri saman við KFUM-K skótunum og Klaksvíkar Hornorkestri, skrivar Klaksvíkar kommuna.
– Skótalið Nólsoyar Pálls verður 80 ár á Grækarismessu, og beint eftir vanliga Grækarismessuhaldið, sum í ár ikki verður drúgt, verður 80 ára stovningardagurin hjá SNP hildin. Tað vera stuttar afturlítandi framløgur, knútaskeið, felagssangur og gaman, eisini trínur gamla skótaorkestrið Streingjafløkjan á pallin. Ulvar og skótar sýna kynstur og til seinast okkurt søtt til góman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald