Innanlands

Grærkarismessuhald í Skálanum leygardagin

Steinbjørn O. Jacobsen heldur røðu. Tað eru Klaksvíkar Dansifelag í samstarvi við Skótalið Nólsoyar Pálls, KFUM-K skótarnar og Klaksvíkar Hornorkestur, ið skipa fyri tiltakinum

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

2022-03-08 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grækarismessa er nú leygardagin, 12. mars, og tað eru grækarismessuhald kring alt landið í hesum sambandi.

Haldið í Klaksvík verður í Skálanum í Bøgøtu, har Steinbjørn O. Jacobsen flytur fram røðu. Hornorkestri nøkur løg. Vit syngja felagssangir og  

Hesum boðar Klaksvíkar Danisfelag, ið skipar fyri saman við Skótaliði Nólsoyar Pálls, KFUM-K skótunum og Klaksvíkar Hornorkestri, frá

Eftir grækarismessuhaldið verða kakao og bollar at fáa, og barnadansurin hjá Klaksvíkar Dansifelag hevur tombola. 

Grækarismessuhaldið í Klaksvík byrjar klokkan 15 leygardagin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder