
Í kvøld kl. 19 verður Vísindavøka á ferð í Gamla Skúla í Sørvági. Her vera tríggjar framløgur, hvør umleið 20 minuttir:
Gethin Roberts, Umhvørvisstovan: Hvussu stutt- og langtíðar 4D GNSS tíðarrøðir kunnu avdúka deformatiónir av heingibrúgvum
Leivur Nattestad Lydersen, Ílegusavnið: Ílegur hava týdning! Ávirkan hjá ílegum á sjúkugongdina fyri covid-19
Eva Kjæld Hansen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið: Fruktbæri á føroyskum seyði – ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum/villum
Vísindavøka á ferð kring landið
Í ár er Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í Hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald