Uttanlands

Granskingarskip koppað í skotskari havn

Yvir 30 fólk fingu skaða í óhappinum, sum hendi í morgun

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-03-22 16:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt 75 metra langt og 3.000 tons tungt skip koppaði í morgun á liðina í skotska havnabýnum Leith, beint uttan fyri Edinburgh.

33 fólk fingu skaða í hendingini. 21 vórðu flutt á sjúkrahús og 12 fingu viðgerð fyri skaðarnar á staðnum, skrivar BBC.

Sambært skotskum miðlum, var tað nógvi vindurin, sum var orsøk til, at skipið legði seg á liðina. Skipið hellir í løtuni 45 stig. Fráboðanin um óhappið kom klokkan hálvgun níggju í morgun.

Talan er um granskingarskipið R/V Petrell, sum ríkmaðurin og stovnarin av Microsoft, Paul Allen, sáli, hevur átt.

Sambært BBC er skipið nú ogn hjá amerikansku sjóverjuni. Petrel hevur verið brúkt til at finna skipsvrak á stórum dýpi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder