
Granskingarráðið bjóðar aftur í ár øllum næmingum at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu.
Næmingar kunnu arbeiða saman sum flokkur ella í smærri bólkum á í minsta lagi fimm næmingar. Næmingarnir kunnu granska tað, teir hava hug til í øllum lærugreinum. Síðani skulu næmingarnir skriva eina frágreiðing um granskingina og senda hana til Granskingarráðið.
Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við, og flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5.000 krónur, heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og vitjan av einum granskara.
Ársins Vitanarfróðu er skipað eftir leisti hjá Nysgjerrigper í Noregi. Granskingarráðið hevur gjørt skipanina einfaldari og lagað hana til føroysk viðurskifti.
Tey, sum hava hug at vera við, skulu senda tilfar inn til kappingina í seinasta lagi 23. apríl.
Meira um kappingina kann lesast her.
Flokkurin, sum vann kappingina í fjør var 5. flokkur í Kollafjarðar skúla. Seinni varð skipað fyri einum eyka umfari, og tað vann 4. flokkur í Vestmanna skúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald